Gjaldsloysnir

Ein trygg veiting frá Elektron

Við Mínrokning bjóða vit gjaldsloysnir, sum MR gjald, BS, LS og fastgjald.

Talgildar rokningar

Send og móttak talgildar rokningar við mínrokning.

Nakrar funkur eru:

  • Sjálvvirkandi uppkrøv - gjaldsavtalur privatkundar
  • Sjálvvirkandi uppkrøv - gjaldsavtalur virkiskundar
  • Fastgjaldsskipan
  • Avdráttarskipan
  • Send inngjaldskort til kundan
  • Send gjaldsyvirlit til kundan
  • Rokningar sum teldupost
  • Rokningar sum SMS
  • Rokningar sum XML

Les meira á www.minrokning.fo.

Sjálvvirkandi innkrevjing av lima- og haldaragjøldum

Fastgjald

Mínrokning kann á ein sera lættan og tryggan hátt innkrevja limagjøld, haldaragjøld og onnur føst afturvendandi gjøld.

Tú skrásetur einaferð hvat og nær skal uppkrevjast. Limirnar kunnu vit stovna sjálvvirkandi fyri teg, tað einasta tú skal gera er, at geva okkum eitt xl-ark við limalistanum. So tekur skipanin sær av restini.

Loysnin er vælegnað til m.a.:

  • Ítrottarfeløg
  • Politisk feløg
  • Haldaragjøld
  • Barnagarðsgjøld
Avdráttarskipan

Hevur ein kundi savnað eina ov stóra skuld, ella skal móttaka ein faktura við stórari upphædd, kanst tú bjóða kundanum eina avdráttarskipan.

Skipanin krevur eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu millum teg og kundan. Hetta tryggjar, at uppkrøvini altíð verða sjálvvirkandi trekt av kundans kontu og inngoldin á tína kontu.