Kunning

Dámlig KT-fyritøka leitar eftir forritara!

12. 09. 2022

Eru vit tín næsti arbeiðsgevari?

Góði forritari,

Vit eru ein KT-fyritøka, búsitandi í Tórshavn, við einari langari søgu og eitt hav av royndum. Vit halda okkum vera rætta boðið upp á spurningin: ”Hvør skal vera tín næsti arbeiðsgevari?”

Hjá okkum starvast í løtuni um 60 starvsfólk, harav 29 í menningardeildini. Okkara starvsfólk arbeiða m.a. við:

-       .Net og C#

-       Angular

-       Java

-       MS Sql og Oracle

Vit kunnu bjóða tær at verða partur av eini fyritøku, ið mennir og rekur samfelagskritiskar skipanir fyri eina røð av kundum á Føroyska marknaðinum. Tú fert at arbeiða við fjølbroyttum menningar- og viðlíkahalds-uppgávum, ið krevja kreativar loysnir, skjóta levering og høgt trygdarstøði.

Á Elektron raðfesta vit arbeiðsumhvørvið og trivnaðin. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.

Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving.

Umsókn:

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Weihe, á tlf. 295107, ella t-post: hansp@elektron.fo.

Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber. Umsókn skal sendast til hr@elektron.fo.

Vit vóna at hoyra frá tær!

Elektron