Tøkniligur samskipari til Elektron
Spílar tú oyrini, tá ið tøkningar tosa í undirstøðukervum? Vit leita eftir einum samskipara til tænastu- og hýsingardeildina, ið skal vera við til at skapa eina góða uppliving fyri kundar okkara.
Tænastu- og hýsingardeildin hevur nógv ymisk økir, nógv ymisk starvsfólk og nógvir ymiskir kundar við ymsum tørvum. Tú sum hoyrir til her, ræðist ikki tøkni, og hevur helst eitt sindur av kunnleika innan hetta eisini – tær nýtist ikki at vera serfrøðingur, men tú skalt kunna sparra við hesi.
Vit kundu hugsað okkum at tú:
· Hevur eitt ávíst tøkniligt innlit
· Dugir væl at gera tað torgreidda einfalt
· Hevur kundatev, og trívist við at veita góða kundatænastu
· Megnar at leggja høvuðsdentin á uppgávuna, til hon er loyst.
Eisini dugir tú væl at orða ein boðskap á ein einfaldan hátt, bæði fyri kundum, starvsfólki og leiðslu.
Umsókn og freist
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Kristjan Petursson, deildarleiðara fyri Tænastu og Hýsing, á telefon 295129 ella við at skriva til kristjan@elektron.fo – hann svarar fegin.
Umsókn við CV og avrit av møguligum prógvum mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. desembur 2023.
Umsóknin skal sendast til: hr@elektron.fo.
Um Elektron
Á Elektron raðfesta vit trivnaðin. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg. Vit vænta eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving.
Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til føroyskar fyritøkur og almennar stovnar. Umframt at vit hýsa Føroya størstu hýsingarstøð, bjóða vit tænastur sum t.d. skipanarmenning, net, KT-ráðgeving, Mínrokning og Print og Pakking.
Á Elektron starvast 62 fólk, og árliga sølan er umleið 100 mió.kr.