Kunning

Starvsfólk til kundatænastuna

19. 12. 2024

Hevur tú lætt við, at seta teg inn í nýggjar skipanir? Megnar tú at hava nógvar bóltar í luftini í senn? Og ert tú smílandi og tænastusinnað/ur? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir til kundatænastuna hjá Elektron.

Tú verður partur av móttøkutoyminum, sum myndar kundatænastuna hjá Elektron og Brúkaratænastuna 1881 hjá Samleikanum og Vanganum. Starvið inniber m.a. viðgerð av samleika-umsóknum, sum koma inn online ella andlit-til-andlit á staðnum og eisini at hava videofundir.

Tú verður andlitið úteftir, bæði tá kundar koma inn, og tá tú svarar teldupostum ella veitir telefonsupport. Tað hevur stóran týdning, at tú tímir væl at arbeiða við kundatænastu, og at tú dugir væl at orða teg í skrift og talu.

 

Vit vænta av tær:

  • At tú ert tænastusinnað/ur
  • At tú ert fyrikomandi og smílandi
  • At tú ert ferm/ur við teldum og telefonum.
  • At tú dugir væl føroyskt, danskt og enskt bæði í skrift og talu
  • At tú trívist í einum livandi og til tíðir rokaligum umhvørvi.
     

Eingi krøv eru til útbúgving – týdningarmest er, at tú tímir at læra.

Starvið er fulla tíð og starvsbrøkurin er 37,4 tímar um vikuna.

Tað er krav til starvið, at tú hevur reina revsiváttan.

 

Umsókn og freist 

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Janu Jensen, leiðari í kundatænastuni, á telefon 295125 ella við at skriva til jana@elektron.fo – hon vil fegin hoyra frá tær. 

Umsókn við CV og avrit av møguligum prógvum mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 19. januar 2025. 
Starvsbyrjan er 1. mars ella skjótast tilber. Samrøður verða hildnar so hvørt, inntil rætti persónur er funnin.

Umsóknin skal sendast til: hr@elektron.fo

Um Elektron 

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg. Vit vænta eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til føroyskar fyrtøkur og almennar stovnar. Umframt at vit hýsa føroya størstu hýsingarstøð, bjóða vit tænastur sum t.d. skipanarmenning, net, KT-ráðgeving, Mínrokning og Print og Pakking. 

Á Elektron starvast uml. 70 fólk, og árliga sølan er umleið 100 mió.kr.