Verkætlanarleiðari til Elektron
Nú virksemið økist, søkja vit eftir einum verkætlanarleiðara afturat til menningardeildina.
Vit í Elektron menna og viðlíkahalda KT-skipanir til kundar sum TAKS, Gjaldstovuna, Peningastovnar, Løgtingið og fleiri onnur. Menningardeildin telur í dag 40 starvsfólk, og vit arbeiða í tøttum samstarvi fyri at loysa spennandi og krevjandi uppgávur.
Vit sóknast eftir einum verkætlanarleiðara afturat til toymi.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur:
- royndir við SCRUM-arbeiðsháttinum OG
- útbúgving innan KT, t.d. verkfrøði, cand.merc.it ella datalogi ELLA
- royndir við verkætlanararbeiði innan menning av KT-skipanum.
Tú hevur fyrimun um:
- tú hevur kunnleika til vitlíki
- tú ert vanur ella von at nýta sakstýringaramboð, so sum Jira
Í starvinum fert tú at hava ábyrgd av at leiða verkætlanir, samskipa uppgávur millum deildina og kundar, og tryggja, at arbeiðsgongdirnar verða væl skjalfestar. Tú fert eisini at hava ein týðandi leiklut í at viðlíkahalda góð kundasamskifti.
Vit bjóða tær
Vit bjóða tær eitt starv í einum framkomnum og mennandi arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika at arbeiða við spennandi verkætlanum og mennast bæði fakliga og persónliga. Tú verður partur av einum virkisfúsum og dugnaligum starvsbólki, har samstarv og faklig menning eru í hásæti.
Umsóknarfreist: 24. februar 2025.
Umsóknir skulu sendast til: HR@elektron.fo.
Spurningar?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Hans Petur Weihe, deildarleiðara
tpost: hansp@elektron.fo
tel: 295107
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Um Elektron
Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað út frá útbúgving og royndum.
Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.
Í Elektron starvast uml. 70 fólk, og árliga sølan er uml. 110 mió.kr.