Kunning

Søgulig umskipan hjá Elektron

27. 02. 2019

Í morgin 28. feb. 2019 sløkkir Elektron skipanina, sum í hálva øld hevur verið eitt týðandi grundarlag undir peninga- og skattakervinum í landinum.

Hetta er liður í eini stórari umskipan, har fleiri skipanir hjá TAKS, Bústøðum, peningastovnunum og Elektron verða fluttar frá IBM-mainframe tøkni til Microsoft Windows tøkni. Broytingin fevnir um m.a. skattaskipanina, tollskipanina og skipanina til lønarútgjaldingar hjá øllum føroyingum.

Skiftið til nýggja skipan er mest umfatandi verkætlan í søgu Elektron og ein tann størsta, ið er gjørd á KT-økinum í Føroyum yvirhøvur.

Arbeiðið hevur tikið seks ár, og tilsamans hava 27 ársverk verið knýtt at umskipanini hesi árini. Talan er um áleið 40-50.000 forrit og umleið seks milliónir av kotu-linjum, sum eru umskipað fyri at kunna koyra í einum nýggjum tøkniligum umhvørvi.

-Rakstrarkostnaðurin á IBM-mainframe varð vorðin alt ov kostnaðarmikil, og haraftrat vóru møguleikarnir avmarkaðir at víðarimenna skipanina. Umskipanin gjørdist veruleiki, tá tað eydnaðist okkum at gera eina umsetaraskipan, sum gjørdi tað møguligt at flyta alla skipanarkotu frá verandi IBM tøkni til Microsoft tøkni og gera skipanir, sum stuðla undir skipanarrakstrinum í nýggjum rakstrarumhvørvi. Verkætlanin hevur í so máta verið slóðbrótandi fyri føroyska KT-vinnu, sigur Ulla Joensen, stjóri hjá Elektron.

Nýggja skipanin hevur stigvíst tikið yvir uppgávurnar hjá gomlu skipanini, og nú er umleggingin í so mikið tryggari legu, at gamla mainframe-skipanin kann sløkkjast.

Hetta hendir á samkomu í morgin, hósdag 28. februar, klokkan 14-16, har umboð fyri m.a. TAKS, peningastovnar og almennu fyrisitingina verða hjástødd. Tað verður landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, sum sløkkir skipanina.