Skipanin roknar og avgreiðir allar almennar lønir og tænastumanna eftirlønir.
Skipanin roknar út lønir við støði í almennu lønarsáttmálunum, heldur stýr á starvsaldri, frítíðarískoyti, feriuløn, serstøku frívikuni og uppgerð av starvi, tá starvsfólk fer úr starvi. Skipanin avgreiðir útgjøld umvegis útgjaldsskipanina hjá landinum og lønarbókingar verða fluttar til bókhaldið hjá landinum. Til skipanina er eitt lønardátuvøruhús knýtt, ið kann brúkast til alskyns hagtøl og simuleringar.
Fleiri kommunur brúka eisini lønarskipanina hjá landinum.
Sektor
Alment
Slag
Tryggar gjaldsloysnir
Virkin ár
15+
Riðil
Riðil er ein skipan ætlað til at leggja arbeiðsætlanir fyri størri arbeiðspláss, har arbeitt verður í vaktum. Skipanin samskiftir við almennu lønarskipanina, og umroknar og avroknar vaktir eftir galdandi sáttmálum.
Alment
Talgildar tænastur
1+
FOLK skipanin
Skipan hjá Umhvørvisstovuni til umsiting av Landsfólkayvirlitinum. Allir borgarar í landinum eru skrásettir í hesi skipan við eitt nú ptali, navn og adressu.
Alment
Talgildar tænastur
15+
Mínrokning
Mínrokning er ein talgild gjaldsskipan, ið loyvir borgarum og fyritøkum at senda og móttaka rokningar elektroniskt.
Privat/Alment
Tryggar gjaldsloysnir
15+
Fastgjald
Fastgjaldsskipanin er ein løtt og ómakaleys skipan, ið hjálpur tær at uppkrevja limagjald frá limum, ella fastar gjaldingar frá kundum.
Privat / Alment
Tryggar gjaldsloysnir
10+ ár
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár