
Um
Elektron
Elektron hevur eina langa søgu, sum er merkt av menning, ábyrgd og sterkum fakligum grundarlagi. Tað eru fólkini – bæði fyrr og nú – sum hava verið við til at mynda fyritøkuna. Her kanst tú lesa um okkara ferð gjøgnum tíðina og um leiðsluna, sum í dag stendur á odda.
- Drúgvar royndir: Meira enn 60 ára royndir við at veita álítandi talgildar KT-loysnir til almenna og privata geiran.
- Smidlig tøkni: Skipanirnar eru sniðgivnar soleiðis, at tær kunnu tillagast ymiskum tørvum hjá stovnum og fyritøkum.
- Skalabart og kostnaðareffektivt: Loysnir, sum virka – óansæð stødd – og veita góða nyttu fyri pengarnar.
Elektron varð stovnað tann 9. septembur í 1965.
Vit eru ein av landsins størstu KT-veitarum og arbeiða við týðandi loysnum fyri fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnulív. Fyritøkan hevur 2 deildir – Rakstur & Tøkni og Menning – og eina lítla fyrisiting. Vit eru í dag uml. 70 starvsfólk.
Leiðsla
Hans Petur Weihe
Deildarleiðari fyri Menning
Kristjan Petursson
Deildarleiðari fyri Rakstur & Tøkni
Ulla Joensen
Stjóri