Tryggar gjaldsloysnir

Við at menna skipanir sum Mínrokning og Fastgjald hevur Elektron gjørt tað møguligt hjá borgarum at avgreiða fíggjarlig og umsitingarlig viðurskifti talgilt, uttan tørv á at møta upp persónliga.

Mínrokning

Mínrokning er ein føroysk skipan til at senda og móttaka rokningar, sjálvvirkandi gjaldsavtalur og til at fáa eitt einkult gjaldsyvirlit

Fastgjald

Fastgjald ger tað gjørligt, at innkrevja limagjøld og onnur føst gjøld frá limum ella kundum á ein einfaldan og tryggan hátt.

Avdráttarskipan

Skipanin gevur møguleika til at innkrevja skuld við lagaligum avdráttum. Skipanin krevur sjálvvirkandi gjaldsavtalu millum kreditor og kunda.

  • Drúgvar royndir: Meira enn 60 ára royndir við at veita álítandi talgildar KT-loysnir til almenna og privata geiran.
  • Smidlig tøkni: Skipanirnar eru sniðgivnar soleiðis, at tær kunnu tillagast ymiskum tørvum hjá stovnum og fyritøkum.
  • Skalabart og kostnaðareffektivt: Loysnir, sum virka – óansæð stødd – og veita góða nyttu fyri pengarnar.

Í einum samfelagi, har alt flytir seg skjótt, er týdningarmikið, at gjaldingar altíð rigga.

Elektron hevur í fleiri áratíggju ment og rikið skipanir, sum gera tað lætt og trygt hjá fyritøkum, stovnum og borgarum at rinda lønir, rokningar og onnur gjøld.

Vit leggja dent á álit, trygd og støðufesti, so tú kanst vera vís/ur í, at peningurin flytur seg rætt og rættstundis – hvørja ferð.

Soleiðis tryggja vit eitt einfalt og álítandi grundarlag fyri gjaldingar í føroyska samfelagnum.


Hýsing

Tryggar og álítandi hýsingartænastur, har dátur hjá kundum verða goymdar og handfarnar á tryggum hátt. ​

Netloysnir

Menning og rakstur av netverkum, sum tryggja skjótt og støðugt internet og innanhýsis samskifti fyri fyritøkur og stovnar.

Menning av skipanum

Sersniðaðar KT-loysnir, sum verða mentar fyri at nøkta serstakar tørvir hjá kundum, eitt nú fíggjarskipanir og gjaldsskipanir.

Gjaldsloysnir

Skipanir, sum loyva tryggum og smidligum gjaldingum, bæði fyri privatkundar og vinnufyritøkur.

KT-trygd

Ráðgeving og loysnir, sum tryggja, at dátur og skipanir hjá kundum eru vardar móti hóttanum sum t.d. hacking og phishing.

Prentloysnir

Tænastur, sum fevna um prenting, pakking og útbering av skjølum og øðrum tilfari.

Service Desk

Brúkarahjálp og telefontænasta, sum veitir kundum skjóta og professionella hjálp við KT-viðurskiftum.

Tægan

Trygg burturbeining av talgildum eindum, ið hava viðkvæmar dátur, ið ikki mugu koma í skeivar hendur.