KEYS

Lønarskipan landsins

Skipanin roknar og avgreiðir allar almennar lønir og tænastumanna eftirlønir.

Skipanin roknar út lønir við støði í almennu lønarsáttmálunum, heldur stýr á starvsaldri,  frítíðarískoyti, feriuløn, serstøku frívikuni og  uppgerð av starvi, tá starvsfólk fer úr starvi. Skipanin avgreiðir útgjøld umvegis útgjaldsskipanina hjá landinum og lønarbókingar verða fluttar til bókhaldið hjá landinum. Til skipanina er eitt lønardátuvøruhús knýtt, ið kann brúkast til alskyns hagtøl og simuleringar. 

Fleiri kommunur brúka eisini lønarskipanina hjá landinum.

Sektor

Alment

Slag

Tryggar gjaldsloysnir

Virkin ár

15+