KEYS

Vinnugluggin

Vinnugluggin er ætlaður arbeiðsgevarum og fyritøkum. Hann er eitt amboð til at halda skil á skatta- og tollviðurskiftum hjá virkinum. Fyri at fáa atgongd, skal fyritøkan søkja um at gerast brúkari við at fylla út eitt umsóknarblað (VG01).

Sektor

Privat / Alment

Slag

Talgildar tænastur

Virkin ár

15+ ár

Á vinnuglugganum kann fyritøkan:

  • Lata mvg-uppgerðir og tollfráboðanir inn.
  • Lata sjálvuppgávu hjá feløgum og ársroknskap inn.
  • Skráseta vinningsbýtisuppgerðir.
  • Síggja kontustøðu hjá virkinum og yvirlit yvir lønarflytingar (A-inntøku).
  • Stýra brúkarum, so rætt fólk í fyritøkuni hava atgongd til rættu upplýsingarnar.