Talgildar tænastur til føroyska marknaðin síðani 1965
Elektron hevur góðar vónir til framtíðina. Samfelagið hevur sett sær sum mál at talgilda Føroyar og tað setur stór krøv til tær KT-fyritøkur, sum ynskja at vera við í hesum arbeiði.
Tíðin hevur týdning
Við breiðari fakligari orku og framtakshugaðari tilgongd leggja vit lunnar undir loysnir, sum skapa virði – ikki bara í dag, men eisini fyri framtíðina.
Elektron er ein sterkur og álítandi samstarvsfelagi innan KT.
Riðil
Riðil er ein skipan ætlað til at leggja arbeiðsætlanir fyri størri arbeiðspláss, har arbeitt verður í vaktum. Skipanin samskiftir við almennu lønarskipanina, og umroknar og avroknar vaktir eftir galdandi sáttmálum.
Alment
Talgildar tænastur
1+
FOLK skipanin
Skipan hjá Umhvørvisstovuni til umsiting av Landsfólkayvirlitinum. Allir borgarar í landinum eru skrásettir í hesi skipan við eitt nú ptali, navn og adressu.
Alment
Talgildar tænastur
15+
Lønarskipan landsins
Skipan sum roknar og avgreiðir allar almennar og tænastumanna lønir og eftirlønir. Skipanin heldur stýr á starvsaldri, frítíðarískoyti, feriuløn, fríviku og uppgerð av starvi, tá starvsfólk fara úr starvi.
Alment
Tryggar gjaldsloysnir
15+
Borgaragluggin
Á Borgaraglugganum kanst tú avgreiða viðurskiftir við Taks, so sum at rætta í skattauppgerðum, og fáa upplýsingar um tíni ognar- og skattaviðurskiftir sum heild.
Alment
Talgildar tænastur
15+
Mínrokning
Mínrokning er ein talgild gjaldsskipan, ið loyvir borgarum og fyritøkum at senda og móttaka rokningar elektroniskt.
Privat/Alment
Tryggar gjaldsloysnir
15+
Samleikin
Elektron hevur ment og rekur pallin, ið hýsir Samleikan. Rakstrarpallurin livur upp til ETSI krøv, og verður grannskoðaður javnan. Umframt hetta, so røkir Elektron eisini borgaratænastuna 1881.
Alment
Talgildar tænastur
7+ ár
Vinnugluggin
Vinnugluggin er ætlaður arbeiðsgevarum og fyritøkum. Hann er eitt amboð til at halda skil á skatta- og tollviðurskiftum hjá virkinum.
Privat / Alment
Talgildar tænastur
15+
Mínlækni
Minlaekni.fo er ein talgild tænasta, sum ger samskiftið millum borgaran og læknan einfalt og trygt.
Privat/Alment
Talgildar tænastur
10+ ár
Fastgjald
Fastgjaldsskipanin er ein løtt og ómakaleys skipan, ið hjálpur tær at uppkrevja limagjald frá limum, ella fastar gjaldingar frá kundum.
Privat / Alment
Tryggar gjaldsloysnir
10+ ár
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár
Mínboks
Mínboks er ein talgild postskipan, sum Elektron hevur ment, og sum loyvir almennum myndugleikum og privatum fyritøkum at senda skjøl og boð til borgarar á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.
Alment
Talgildar tænastur
12+

Tíðindi
Elektron við góðum úrsliti
Gott úrslit og støðug menning
7 góð ráð fyri at verja seg ímóti phishing
KT-Landsins, Elektron og Fortinet lyfta KT-trygdina hjá tí almenna
Góða gongdin heldur fram
Elektron er ISO sertifiserað!