Elektron hevur ment og rekur pallin, ið hýsir Samleikan. Rakstrarpallurin livir upp til ETSI krøv, og verður grannskoðaður javnan. Samleikin verður hýstur í dátasentrinum hjá Elektron, ið er Føroya størsta og tryggasta. Dátasentrið livur upp til altjóða krøv, og er ISO/IEC 27001:2022 sertifiserað.
Umframt hýsingina av Samleikanum, so hevur Elektron síðan byrjan veitt kundatænastu til borgarar, ið hava tørv á hjálp og vegleiðing til Samleikan og Vangan. Kundanøgdsemi er høgt, og borgarir fáa góða, skjóta og smidliga hjálp.
Sektor
Alment
Slag
Talgildar tænastur
Virkin ár
7+ ár