Vilt tú arbeiða við KT-trygd, og hevur tú hegni at gera KT-trygd einfalt og skiljandi fyri øll?
Vit leita eftir einum nýggjum ágrýtnum og dugnaligum starvsfelaga, sum hevur áhuga fyri KT-trygd, dátuvernd og brennir fyri arbeiðinum at skapa tryggar og haldgóðar loysnir.
Um starvið:
Tú verður partur av okkara KT-trygdartoymi, sum hevur ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja, at okkara tænastur liva upp til høgu krøvini til KT-trygd, dátuvernd og compliance. KT-trygdartoymið samstarvar og ráðgevur leiðslu og ymsu starvsfólkabólkum í KT-trygd og dátuvernd.
Uppgávurnar fevna um m.a.:
– Lýsa hóttanarmyndir og at hjálpa til við at gera váðametingar
– Fylgja upp, um átøk eru effektiv og tryggja framdrátt
– Savna og greina dátur ið stuðlar undir trygdararbeiði
– Rapporteringar
– Innaneftirlit og góðskutrygging
– Undirvísing og awareness
Vit bjóða:
Eitt starv í einum framkomnum og mennandi arbeiðsumhvørvi, sum er ISO27001:2022 sertifiserað. Tú verður partur av einum fakliga sterkum toymi og fær ein spennandi dagligdag við fjølbroyttum og avbjóðandi uppgávum, har nærlagni, ábyrgd og fakligheit verður raðfest høgt.
Vit bjóða tær góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning, millum annað við viðkomandi útbúgvingum, skeiðum og sertifiseringum.
Vit vænta av tær:
– Tú hevur áhuga og hegni fyri KT-trygd og dátuvernd
– Tú setir teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar
– Ert ein sterkur miðlari – bæði munnliga og skrivliga (føroyskt, danskt og enskt)
– Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og hevur yvirlit
– Hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar
– Hevur viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan eitt nú KT-trygd, KT, dátuvernd, løgfrøði, compliance ella váðastýring.
Spurningar?
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tanju Lið, trygdarleiðara, á tanja@elektron.fo ella telefon 295155.
Rein revsiváttan er krav