Nýútbúgvin? Royndur forritari? Vit vilja hoyra frá tær!
Vit leita eftir forritarum, sum hava hug at gerast partur av einum sterkum fakligum
umhvørvi og arbeiða við einum av størstu og mest samfelagskritisku KT-kervunum í
Føroyum – fyri TAKS.
Tú kemur at arbeiða við menning og framtíðartrygging av loysnum, sum hava týdning fyri bæði borgarar, vinnulív og føroyska samfelagið.
Menningin fer fram í tveimum Scrum-toymum við 8 forritarum í hvørjum toymi, har samstarv, faklig sparring og felags ábyrgd eru ein týðandi partur av gerandisdegnum.
Førleikar:
– Viðkomandi KT-útbúgving
– Royndir við .NET og C#
– Backend-menning
– MS SQL
– Scrum
– Vitlíki (AI)
Hjá okkum fært tú fakligar avbjóðingar, dugnaligar starvsfelagar og møguleika at seta tín dám á framtíðar talgildu loysnirnar hjá TAKS.
Vit leita bæði eftir nýútbúnum og royndum forritarum. Tað týdningarmesta er, at tú hevur fakligan áhuga, ert forvitin og hevur hug at menna góðar loysnir saman við øðrum.
Spurningar?
Eru spurningar um starvið so vendið tykkum til Hans Petur Weihe deildarleiðara á hansp@elektron.fo tlf 295107.
Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. oktober 2026.