Hevur tú lætt við at skapa álit, skilja tørvin hjá kundum og fáa góð hugskot at gerast til veruleika?
Elektron søkir ein kunda- og søluráðgeva, sum kann menna okkara kundasambond, styrkja samskiftið við marknaðin og umseta kundainnlit til viðkomandi loysnir og átøk.
Vit veita skipanarmenning, hýsing, KT-trygd, gjaldsloysnir, support og aðrar talgildar tænastur, sum hava stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, stovnar og borgarar. Tí eru sterk og álitsfull kundasambond avgerandi fyri okkum.
Um starvið
Tú fært ein sjónligan og tvørgangandi leiklut og verður nógv úti hjá kundum og samstarvsfeløgum. Tú lurtar, spyrt og fært innlit í teirra virksemi, ætlanir og avbjóðingar.
Saman við leiðslu og starvsfeløgum tryggjar tú áhaldandi uppfylging, og at tørvir og møguleikar verða umsettir til ítøkilig átøk. Tú verður bæði rødd kundans inn í Elektron og eitt sjónligt umboð fyri Elektron í marknaðinum.
Tínar høvuðsuppgávur:
- menna og varðveita sterk sambond við verandi kundar
- skapa samband við nýggjar kundar og samstarvsfelagar
- skipa kundavitjanir og strategiskar kundafundir
- fáa innlit í mál, ætlanir og avbjóðingar hjá kundunum
- knýta kundarnar at røttu fakligu førleikunum í Elektron
- umseta kundatørvir til loysnir og ítøkilig átøk
- uppfylging – møguleikar og avtalur
- umboða Elektron á vinnutiltøkum og ráðstevnum.
Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur royndir við kundasambondum, ráðgeving, samskifti, sølu og/ella líknandi
- ert álitisvekjandi og samskiftir lættliga við ymiskar málbólkar
- lurtar, setur góðar spurningar og skilir tørvin hjá kundanum
- sær møguleikar og ert uppfylgjandi
- hevur áhuga fyri fólki, vinnulívi, tøkni og samfelagsmenning
- samskiftir greitt og professionelt bæði munnliga og skrivliga.
KT-kunnleiki og innlit í føroyskt vinnulív og almenna geiran eru ein fyrimunur, men ikki ein fortreyt. Tað týdningarmesta er, at tú dugir at skapa álit, hevur vinnuligt forstáilsi og ert sinnað/ur at læra kundarnar, tænasturnar og virksemið hjá Elektron væl at kenna.
Vit bjóða tær
- ein lyklaleiklut í samstarvinum millum Elektron og kundarnar
- eitt fjølbroytt starv við ábyrgd og ávirkan
- møguleika at seta tín dám á ein leiklut í menning
- tætt samstarv við kundaráðgevar, serfrøðingar og leiðslu
- eitt sterkt fakligt umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
- møguleika at arbeiða við talgildum loysnum, sum hava týdning fyri føroyska samfelagið
- góð arbeiðsviðurskifti og menningarmøguleikar.
Hevur tú hug at vera við?
so vilja vit fegin frætta frá tær!
Send okkum umsókn og lívsrensl í seinasta lagi 2. november 2026.
Starvssetan er 1. des. ella skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Ullu Joensen á telefon 295117.