Elektron sóknast eftir einum lærlingi sum kemur at verða partur av fyrsta KT supportara flokkinum, nú útbúgvingin loksins er komin til Føroyar.
Vit bjóða tær eitt lærupláss í einum sera spennandi arbeiðsumhvørvi við høgari fakligheit og hjálpsomum starvsfeløgum. Á Elektron ganga vit høgt uppí at tú trívist, og mennist við røttu avbjóðingunum.
Tú fert m.a. at læra um:
- M365
- Net
- Servarar
- AD
- Support
- Uppseta telefonir
- Klárgerðing av teldum
Í lærutíðini verður skift millum verkliga læru á Elektron, og skúlagongd í Miðnámi á Kambsdali.
Meira kann lesast um útbúgvingina her: https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/toekni-el-og-kt/kt-supportari
Lærutíðin byrjar 2. November 2026.
Spurningar?
Hevur tú spurningar kanst tú venda tær til Kristjan Petursson við at ringja tel. 295129 ella senda eina teldupost til kristjan@elektron.fo