KT-trygd
Í dag verða tað sett stór krøv til øll sum viðgera ella goyma persónsupplýsingar. Krøvini stava frá lógarverki og krøvum frá kundum. Hesi krøv herðast støðugt orsaka av álopum og av nýggjum lógarkrøvum.
KT-trygd er ikki bara eitt krav, tað er eisini ein natúrligur partur av okkara arbeiði hvønn einasta dag, har vit gera okkara til, at tryggja dátur og skipanir móti ólagi og hóttanum. Tað krevur vilja, tíð og orku at fáa eina góða KT-trygdarmentan, í einum áhaldandi skiftandi umhvørvi, har krøvini herðast skjótt.
Awareness skeið
KT-trygd er ikki bert tøknilig trygd, tann menniskjaligi parturin fyllir eisini nógv. Tí er tað týdningarmikið at skapa eina KT-trygdarmentan, har trygd altíð liggur fremst í huganum hjá starvsfólkum. Tað er ongin nytta í, at hava eina høga tøkniliga trygd, um starvsfólk ikki eru tilvitaði um td. phishing mailar, sum kunnu seta trygdina í vanda fyri bæði dátur og skipanir.
Penetratiónstest og veikleikaskan
Hýsingarkundar fáa tilboð um árligar penetratiónstestir og mánaðarligar veikleikaskanningar. Hetta økir um trygdina hjá okkum øllum.
- Drúgvar royndir: Meira enn 60 ára royndir við at veita álítandi talgildar KT-loysnir til almenna og privata geiran.
- Smidlig tøkni: Skipanirnar eru sniðgivnar soleiðis, at tær kunnu tillagast ymiskum tørvum hjá stovnum og fyritøkum.
- Skalabart og kostnaðareffektivt: Loysnir, sum virka – óansæð stødd – og veita góða nyttu fyri pengarnar.
Vit hjálpa og ráðgeva í gerandisdegnum, og hava altíð KT-trygd fremst í huga. Vit bjóða verju av og hava eftirlit við teimum skipanum ið verða hýstar hjá okkum. Hetta krevst fyri at vit í Føroyum kunnu kenna okkum trygg við, at okkara felags dátur eru í tryggum hondum, og vit í Elektron taka hetta álit í størsta álvara.
KT-trygd er grundarlagið undir framtíðini.
Tanja Lið
Vit hava ábyrgd av at verja dátur og skipanir, so nýggj tøkni kann mennast á tryggum og álítandi grundarlagi.
Hjá Elektron taka vit hesa ábyrgdina í álvara – við framskygdum loysnum, sum tryggja eitt haldbart og álítandi talgilt samfelag.
KT-trygdarleiðari
Mínrokning
Mínrokning er ein talgild gjaldsskipan, ið loyvir borgarum og fyritøkum at senda og móttaka rokningar elektroniskt.
Privat/Alment
Tryggar gjaldsloysnir
15+
Mínlækni
Minlaekni.fo er ein talgild tænasta, sum ger samskiftið millum borgaran og læknan einfalt og trygt.
Privat/Alment
Talgildar tænastur
10+ ár
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár
Mínboks
Mínboks er ein talgild postskipan, sum Elektron hevur ment, og sum loyvir almennum myndugleikum og privatum fyritøkum at senda skjøl og boð til borgarar á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.
Alment
Talgildar tænastur
12+
Hýsing
Tryggar og álítandi hýsingartænastur, har dátur hjá kundum verða goymdar og handfarnar á tryggum hátt.
Netloysnir
Menning og rakstur av netverkum, sum tryggja skjótt og støðugt internet og innanhýsis samskifti fyri fyritøkur og stovnar.
Menning av skipanum
Sersniðaðar KT-loysnir, sum verða mentar fyri at nøkta serstakar tørvir hjá kundum, eitt nú fíggjarskipanir og gjaldsskipanir.
Gjaldsloysnir
Skipanir, sum loyva tryggum og smidligum gjaldingum, bæði fyri privatkundar og vinnufyritøkur.
KT-trygd
Ráðgeving og loysnir, sum tryggja, at dátur og skipanir hjá kundum eru vardar móti hóttanum sum t.d. hacking og phishing.
Prentloysnir
Tænastur, sum fevna um prenting, pakking og útbering av skjølum og øðrum tilfari.
Service Desk
Brúkarahjálp og telefontænasta, sum veitir kundum skjóta og professionella hjálp við KT-viðurskiftum.
Tægan
Trygg burturbeining av talgildum eindum, ið hava viðkvæmar dátur, ið ikki mugu koma í skeivar hendur.