Um
Elektron

Elektron hevur eina langa søgu, sum er merkt av menning, ábyrgd og sterkum fakligum grundarlagi. Tað eru fólkini – bæði fyrr og nú – sum hava verið við til at mynda fyritøkuna. Her kanst tú lesa um okkara ferð gjøgnum tíðina og um leiðsluna, sum í dag stendur á odda.

  • Drúgvar royndir: Meira enn 60 ára royndir við at veita álítandi talgildar KT-loysnir til almenna og privata geiran.
  • Smidlig tøkni: Skipanirnar eru sniðgivnar soleiðis, at tær kunnu tillagast ymiskum tørvum hjá stovnum og fyritøkum.
  • Skalabart og kostnaðareffektivt: Loysnir, sum virka – óansæð stødd – og veita góða nyttu fyri pengarnar.

Elektron varð stovnað tann 9. septembur í 1965.

Vit eru ein av landsins størstu KT-veitarum og arbeiða við týðandi loysnum fyri fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnulív. Fyritøkan hevur 2 deildir – Rakstur & Tøkni og Menning – og eina lítla fyrisiting. Vit eru í dag uml. 70 starvsfólk.

2025

P/F Elektron kundi hátíðarhalda sín 60ára stovningardag

Elektron varð stovnað tann 9. septembur í 1965. Sostatt kundi fyritøkan í 2025 hátíðarhalda sín 60ára stovningardag. Hetta merkir eisini, at Elektron er ein av elstu KT-fyritøkum í norðurlondum.

Les meira

2024

Elektron verður ISO-sertifiserað.

Tann 22.02.2024 kundi Elektron kunngera, at Elektron er fyrsta føroyska KT-fyritøka, ið hevur fingið ISO 27001:2022 sertifisering. ISO 27001:2022 er ein altjóða standardur til at stýra KT-trygd við, og sertifiseringin vísir, at Elektron livir upp til settu krøv innan KT-trygd. Haraftrat merkir hetta, at Elektron hevur nøktandi stýring, mannagongdir og annars livir upp til tey krøv standardurin setir.

Les meira

2023

Elektron tekur avgerð um at skifta til grøna orkuskipan

Í februar mánað 2023 undirskrivaðu Elektron og Renovent sáttmála um nýggja, slóðbrótandi orkuskipan. Talan er um orkuloysn, har hitin frá hýsingarstøðini verður endurnýttur og púra avloysir sokallaða svarta orku.

Les meira

2020

Pallurin Elektron hevur bygt til Samleikan fær altjóða góðkenning

Góðkenningin kemur frá grannskoðaravirkinum BSI group, ið er ein fyritøka, ið millum annað veitir certificeringar til KT trygd. BSI group hevur mett, at loysnin, Elektron hevur framleitt, livir upp til evropeiska ETSI 319 411-1 standardin. Hetta merkir, at pallurin lýkur altjóða krøv, og tískil kann Samleikin knýtast upp í altjóða skipanir.

Les meira

2018

Elektron undirskriva sáttmála um at reka talgilda samleikan

Sáttmáli verður gjørdur millum Elektron og Gjaldstovuna um, at Elektron skal reka og hýsa Samleikan. Elektron skal viðlíkahalda tøknina, og tryggja, at hon er atkomulig hjá røttu viðkomandi.

Les meira

2015

Mínrokning skipanin verður tikin í nýtslu

Mínrokning er ein talgild skipan, har bæði privatpersónar og virkir kunnu senda og móttaka og fáa yvirlit yvir sínar talgildar rokningar.

Les meira

2013

Felagið Mínboks verður stovnað

Felagið Mínboks verður stovna saman við Posta. Endamálið er at bjóða ein elektroniskan postkassa til allar Føroyingar, so sendarar og móttakarar trygt kunnu samskifta talgilt.

Les meira

2011

Elektron byrjar at menna eina ‘e-boks’, sum seinni gerst til Mínboks. Peningastovnarnir og TAKS byrja at brúka hana beinavegin.

2010

Bankaskipaninar vera konverteraðar til SDC í mai 2010. Elektron arbeiður miðvíst fyri einum góðum samstarvið við SDC, og fremur ymsar menningaruppgávur fyri SDC og peningastovnarnar á SDC.

2008

Rokningadepilin verður mentur og settur á stovn í 2008. Skipanin ger tað møguligt hjá fyritøkum sínámillum at senda og móttaka talgildar rokningar, og nógvar fyritøkur og stovnar tóku væl ímóti Rokningadepilinum beinanvegin.

2007

Fyrstu kundarnir taka Virkisgrundvøllin í brúk, eftir áhaldandi arbeiði bæði í 2005 og 2006 at fáa hann kláran. Fyritøkur fáa við hesum atgongd til dátumiðstaðartøkni, og tað gerst trygt og lætt at fáa atgongd til KT- skipanir.

2006

P/f EITT varð stovnað á vári 2006, saman við telefyritøkuni P/f Kall. Endamálið varð at bjóða flatrate breiðbandshald til virkir, stovnar og privatir kundar, til lægri prísir enn vanligt var á Føroyska marknaðinum.

2005

2. Elektron, við øðrum, meldar seg inn í altjóða felagskapin ISF (International Security Forum), ið hevur almennar stovnar og privatar fyritøkur kring heimin sum limir.

2002

E-toll verður verksett

2000

Aldarskiftið kemur og fer uttan trupulleikar, og Elektron savnar seg um at fáa raksturin meira støðugan, eftir mongu skjótu broytingarnar ið “ár-2000” verkætlanin hevur havt við sær.

1998

Aldarskiftisverkætlanin “ár-2000” byrjar. Elektron fyrireikar seg uppá, at aldarskiftið viðførir umfatandi trupulleikar í stórum telduskipanum. Hetta krevur nógv arbeiði og nógvar tillagingar, og er árið merkt av tí.

1996

Fyri fyrstu ferð verður ein ognaruppgerð send út við upplýsingum um ogn og skuld. Tískil er ikki longur neyðugt hjá skattaborgarum sjálvum at skriva ognaruppgerðina.

1983

Elektron flytur í nýggjan bygning við Staraveg 7.

Fyritøkan Elektron heldur enn til í sama bygningi, tó er hann bygdur út, og er bústaðurin í dag Staravegur 9.

Les meira

1979

Kassaavgreiðsluskermar IBM 3600 verða keyptir og tað at fara í bankin gerst eitt annað upplivilsi.

1978

Elektron flytur út til Grønlandsvegin 38. Báðar maskinurnar verða fluttar við politi eskortu og onkur helt fyri, at hetta mundi vera fyrstu ferð tær høvdu koyrt ordiligt.

1974

Elektron letur upp í Klaksvík og Runavík. Kundin skal møtast á staðnum. Kort skulu holast, og dátur sendast til Havnar.

1969

Holstovan við 16 holidamum arbeiða til langt út á kvøldarnar, tí EDV tólið koyrir um kvøldarnar og náttina orsakað av tekniskum avbjóðingum.

1967

Fyrstu EDV tólini koma til Føroya. Ein IBM system 360 model 20 við 0,1 MIPS

1965

Elektron verður sett á stovn tann 9. septembur í 1965 av Føroya Banka, Tryggingarsambandinum, Føroya Sparikassa og Sjóvinnubankanum. Tað var stjórin í Føroya Banka Sv. Aa. Nonnegaard-Pedersen, sum kom við hugskotinum at stovna eina KT-fyritøku, ið kundi røkja bókhaldsuppgávur fyri bæði stovnararnar og onnur viðskiftafólk. Elektron var sostatt ein av fyrstu KT-fyritøkunum í norðanlondum.

Hans Petur Weihe

Hans Petur Weihe

Deildarleiðari fyri Menning

+298 295107
Kristjan Petursson

Kristjan Petursson

Deildarleiðari fyri Rakstur & Tøkni

+298 295129
Ulla Joensen

Ulla Joensen

Stjóri

+298 295117

Send boð til