KT-Landsins, Elektron og Fortinet lyfta KT-trygdina hjá tí almenna

“Hetta er eitt veruligt lyft innan KT-trygd í Føroyum, sum vit vóna kann breiðast út til alt týðandi KT-undirstøðukervi í Føroyum”

Kristjan Petursson, Tøkni- og Rakstrarleiðari á Elektron. 

Neteindir og teldur undir KT-Landsins fáa eitt veruligt trygdarlyft ta komandi tíðina. Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynstrinum.

Neteindir og teldur undir KT-Landsins fáa eitt veruligt trygdarlyft ta komandi tíðina. Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynstrinum. Hetta so at man í einari knappari vending kann reagera upp á ymiskt, ið kann benda á, at onkur ella okkurt er í holt við at gera seg inn á undirstøðukervið.

Við amboðum og tøkni frá Fortinet og einum stórum toymi av serfrøðingum, verða allar eindir settar til at avhenda loggar á sama stað. Loggarnir verða síðani gjøllkannaðir av vitlíki (AI) og serfrøðingum allar dagar og tímar í árinum. Verður okkurt undranarvert staðfest, fer ein sjálvvirkandi skipan í gongd, sum sløkkir eindina, áðrenn meira kann henda. Boð verða samstundis send til Elektron, sum í hesum virkar sum net-vakt og 2nd level support fyri Fortinet og KT-landsins.

Á rættari leið móti at røkka málum

Hetta frambrotið er ein stórur liður í at røkka málum nummar 1, 2 og 5 í nettrygdarætlanini, sum varð løgd fram í septembur 2023 av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.