Væleydnaður kundadagur á Staravegi 9

Hósdagin í farnu viku varð kundadagur á Elektron. Nógv fólk komu saman ymsastaðni frá, og savnaðust í hugnaligum umstøðum.

Dagurin byrjaði við at Ulla Joensen, stjóri á Elektron, bjóðaði vælkomin, og síðani varð ein áhugaverdur fyrilestur frá Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, í plenum. Hiðanífrá valdu okkara gestir sjálvir hvat teir høvdu hug at vita meira um. Millum annað kundu tey vitjandi fara til eitt prát um Intune/MDM, eitt prát um trygdartilvit, ella eitt prát um virðið av virtuellari patching.

Alt hetta og meir varð innrammað av hugnaligum tónleiki í steðgunum, ið Kristian Pauli Ellefsen og Torleik Mortensen stóðu fyri, saman við vælsmakkandi brellbitum ið Leivur Ejdesgaard borðreiddi við.

Til endans kom Marianna Winter og framførdi 3 løg fyri okkum.

Hesi høvdu prát á degnum:

  • Helgi Rasmussen, sjálvstøðugur organisatións-sálarfrøðingur
  • Greg Worley, CSO hjá Nemlia og verkætlanarleiðari hjá Tonik
  • Hilmar Simonsen, varadekanur og útbúgvingarleiðari fyri KT og verkfrøði á Setrinum
  • Tanja Lið, trygdarleiðari hjá Elektron
  • Tim Wentzlau, KT-ráðgevi hjá Elektron
  • Kaj Heri Joensen, net-serfrøðingur hjá Elektron
  • Hjalti Osberg Johansen, system-tøkningur hjá Elektron

Haldur Suni Johansen hevur tikið myndirnar.