Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini. Skipanin hevur gjørt tað møguligt at automatisera skattauppkrevjingina, soleiðis at borgarar og fyritøkur kunnu avgreiða sínar skattaviðurskifti á ein skjótan og tryggan hátt.
Sektor
Alment
Slag
Talgildar tænastur
Virkin ár
40+ ár
1.
Áhaldandi menning
Skattaskipanin verður áhaldandi ment og viðlíkahildin at passa til nútíðartørvin
2.
Skjótt og trygt
Skipanin verður hýst í Føroyum, og tað tryggjar allar føroyingar – óansæð støðuna í heiminum.
3.
Automatisering
Tøknin lættur um gerandisdagin hjá virkjum, privatum fólki og starvsfólki hjá Taks
Hýsing
Tryggar og álítandi hýsingartænastur, har dátur hjá kundum verða goymdar og handfarnar á tryggum hátt.
Netloysnir
Menning og rakstur av netverkum, sum tryggja skjótt og støðugt internet og innanhýsis samskifti fyri fyritøkur og stovnar.
Menning av skipanum
Sersniðaðar KT-loysnir, sum verða mentar fyri at nøkta serstakar tørvir hjá kundum, eitt nú fíggjarskipanir og gjaldsskipanir.
KT-trygd
Ráðgeving og loysnir, sum tryggja, at dátur og skipanir hjá kundum eru vardar móti hóttanum sum t.d. hacking og phishing.
Við at menna skipanir sum Mínboks, Mínlykil og Mínrokning hevur Elektron gjørt tað møguligt hjá borgarum at avgreiða fíggjarlig og umsitingarlig viðurskifti talgilt, uttan tørv á at møta upp persónliga.
Ulla Joensen
Stjóri