Kunning

Elektron er ISO sertifiserað!

28. 02. 2024

Fyrrapartin hósdagin tann 22.02.2024 komu boðini, so Elektron kundi kunngera, at Elektron er fyrsta føroyska KT-fyritøka, ið hevur fingið ISO 27001:2022 sertifisering.

ISO 27001:2022 er ein altjóða standardur til at stýra KT-trygd við, og sertifiseringin vísir, at Elektron livir upp til settu krøv innan KT-trygd. Haraftrat merkir hetta, at Elektron hevur nøktandi stýring, mannagongdir og annars  livir upp til tey krøv standardurin setir. Eisini lýkur virkið lógarásett krøv og sáttmálakrøv frá kundum viðv. menning, servararakstri og krøv innan net- og hýsingarundirstøðukervi og kundatænastu.

Von við grannskoðan             
Hóast grannskoðaravitjan ikki er nakað nýtt á Elektron, er sertifiseringin ein týðandi varði á vegnum, og vísir enn einaferð, at Elektron er á altjóða stigi, tá KT-trygd og góðsku sum heild, umræður. Arbeiðið við slíkum sertifiseringum er við til at menna fyritøkuna, og sertifiseringin kann vissa kundan og borgaran um, at alt er í tryggum hondum.

Elektron í føroyska samfelagnum                    
Elektron hevur nógvar royndir at vísa á, eitt nú  hýsingina av Samleikanum, menningina av skattaskipanini og Mínrokning. Alt týðandi lunnar undir føroyska samfelagnum. Elektron hevur frá stovnan í 1965 verið við til at menna tað føroyska samfelagið, og hevur á ymsan hátt skara framúr. Hendan sertifiseringin er einki undantak, og er eitt stórt herðaklapp til leiðslu, starvsfólk og nevndina í Elektron.

Ulla Joensen, stjóri í Elektron, sigur soleiðis um sertifiseringina: “Vit eru sera fegin um at hava tikið hesa sertifiseringina afturat teimum grannskoðanarkrøvum og sertifiseringum vit annars liva upp til. Hetta er alt við tí endamáli, at bæði vit sjálvi og okkara kundar vita, at vit altíð gera, alt vit kunnu fyri at varðveita okkara trygdarstig.“