Gott úrslit og støðug menning
Aðalfundur varð hildin fríggjadagin 11. apríl, har Elektron aftur í ár kundi leggja fram eitt sera positivt úrslit og vísa á støðuga framgongd.
Starvsfólk, leiðsla, nevnd og umboð fyri eigararnar vóru savnaði, tá úrslitið varð lagt fram á ársins aðalfundi. Tað er greitt, at tann góða gongdin heldur fram.
Úrslitið fyri 2024 var 12,8 mió. kr. eftir skatt.
Figgjarstøðan javnvigar við 97,1 mió. kr., og eginognin er bókað til 61,8 mió. kr.
Elektron hevur samtykt at útluta 5,1 mió. kr. í vinningsbýti til partaeigararnar.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og Brian Smedemark er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jan Ziskasen og Marner Mortensen, meðan starvsfólkaumboðini eru George Poulsen og Tim Wentzlau.
Ein støðugur veitari í 60 ár
Í ár eru 60 ár liðin, síðan Elektron varð stovnað. Ígjøgnum árini hevur fyritøkan staðið sum ein álítandi veitari av KT-loysnum til bæði almennar og privatar kundar kring alt landið.
Elektron veitir dygdargóðar heildarloysnir, har trygd, haldføri og rakstrarvissa altíð hava verið í hásæti. Við drúgvum royndum og høgari fakligari vitan hevur fyritøkan verið ein virkin partur av at menna føroyska KT-infrakervið – og hevur við sínum tænastum latið sítt íkast til ein tryggari, smidligari og meira effektivan gerandisdag hjá føroyska borgaranum.
Elektron arbeiðir miðvíst við at varðveita dygd og álít, og hevur sum mál at skapa varandi virði – fyri kundar, samstarvsfelagar og samfelagið í síni heild.