Starvsfólk til KT-trygd og dátuvernd  

Elektron

Fulla tíð

1. oktobur

august 20, 2026

Um Elektron

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað út frá útbúgving og royndum.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Í Elektron starvast  uml. 70 fólk, og árliga sølan er uml. 110 mió.kr.


Send umsókn

Starvsfólk til KT-trygd og dátuvernd  

Sært tú ikki tað,
 tú leitar eftir?

Ver við til at forma talgilda samfelagið

Í Elektron arbeiða vit við kjarnutænastum, ið gera gerandisdagin lættari og tryggari hjá føroyingum. Hetta krevur dugnalig og eldhugað fólk – kanska ein sum tú? Vit eru altíð á veg framá og leita eftir fólki, ið hava fakligt innlit innan KT, umsiting ella kundatænastu, og sum vísa eina jaliga og ábyrgdarfulla tilgongd til arbeiðið. Vit meta eisini góða samstarvsevni og veruligan áhuga fyri menning høgt.

Um tú kennir teg aftur í hesum, so vildu vit fegin hoyrt frá tær. Tú ert vælkomin at senda eina umsókn – vit elita altíð eftir nýggjum kreftum.