Minlaekni.fo er ein talgild tænasta, sum ger samskiftið millum borgaran og læknan einfalt og trygt.
Við minlaekni.fo kunnu føroyingar bíleggja tíð, endurnýggja reseptir og senda boð beinleiðis til læknan – alt á einum stað og uttan at ringja ella møta upp.
Skipanin er ment í samstarvi við Heilsumálaráðið og føroyskar KT-veitarar og er ein týðandi liður í at framtíðartryggja heilsutænasturnar í Føroyum.
Sektor
Privat/Alment
Slag
Talgildar tænastur
Virkin ár
10+ ár
Vitja Mínlækna síðuna her
Við at menna skipanir sum Mínboks, Mínlækni og Mínrokning hevur Elektron gjørt tað møguligt hjá borgarum at avgreiða fíggjarlig og umsitingarlig viðurskifti talgilt, uttan tørv á at møta upp persónliga.
Ulla Joensen
Stjóri
Mínrokning
Mínrokning er ein talgild gjaldsskipan, ið loyvir borgarum og fyritøkum at senda og móttaka rokningar elektroniskt.
Privat/Alment
Tryggar gjaldsloysnir
15+
Samleikin
Elektron hevur ment og rekur pallin, ið hýsir Samleikan. Rakstrarpallurin livur upp til ETSI krøv, og verður grannskoðaður javnan. Umframt hetta, so røkir Elektron eisini borgaratænastuna 1881.
Alment
Talgildar tænastur
7+ ár
Vinnugluggin
Vinnugluggin er ætlaður arbeiðsgevarum og fyritøkum. Hann er eitt amboð til at halda skil á skatta- og tollviðurskiftum hjá virkinum.
Privat / Alment
Talgildar tænastur
15+
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár
Mínboks
Mínboks er ein talgild postskipan, sum Elektron hevur ment, og sum loyvir almennum myndugleikum og privatum fyritøkum at senda skjøl og boð til borgarar á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.
Alment
Talgildar tænastur
12+