Vinnugluggin er ætlaður arbeiðsgevarum og fyritøkum. Hann er eitt amboð til at halda skil á skatta- og tollviðurskiftum hjá virkinum. Fyri at fáa atgongd, skal fyritøkan søkja um at gerast brúkari við at fylla út eitt umsóknarblað (VG01).
Sektor
Privat / Alment
Slag
Talgildar tænastur
Virkin ár
15+ ár
Á vinnuglugganum kann fyritøkan:
- Lata mvg-uppgerðir og tollfráboðanir inn.
- Lata sjálvuppgávu hjá feløgum og ársroknskap inn.
- Skráseta vinningsbýtisuppgerðir.
- Síggja kontustøðu hjá virkinum og yvirlit yvir lønarflytingar (A-inntøku).
- Stýra brúkarum, so rætt fólk í fyritøkuni hava atgongd til rættu upplýsingarnar.
Elektron hevur í mong ár havt ein týðandi leiklut í at menna og nútímansgera KT-undirstøðukervið í Føroyum. Tað hevur gjørt gerandisdagin lættari og effektivari hjá bæði borgarum og fyritøkum.
Ulla Joensen
Vit eru errin av tí, vit hava fingið burturúr, og tí eftirmælinum, vit hava bygt upp.
Stjóri
Samleikin
Elektron hevur ment og rekur pallin, ið hýsir Samleikan. Rakstrarpallurin livur upp til ETSI krøv, og verður grannskoðaður javnan. Umframt hetta, so røkir Elektron eisini borgaratænastuna 1881.
Alment
Talgildar tænastur
7+ ár
Mínlækni
Minlaekni.fo er ein talgild tænasta, sum ger samskiftið millum borgaran og læknan einfalt og trygt.
Privat/Alment
Talgildar tænastur
10+ ár
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár
Mínrokning
Mínrokning er ein talgild gjaldsskipan, ið loyvir borgarum og fyritøkum at senda og móttaka rokningar elektroniskt.
Privat/Alment
Tryggar gjaldsloysnir
15+ ár
Mínboks
Mínboks er ein talgild postskipan, sum Elektron hevur ment, og sum loyvir almennum myndugleikum og privatum fyritøkum at senda skjøl og boð til borgarar á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.
Alment
Talgildar tænastur
12+