Elektron hevur ment og rekur pallin, ið hýsir Samleikan. Rakstrarpallurin livir upp til ETSI krøv, og verður grannskoðaður javnan. Samleikin verður hýstur í dátasentrinum hjá Elektron, ið er Føroya størsta og tryggasta. Dátasentrið livur upp til altjóða krøv, og er ISO/IEC 27001:2022 sertifiserað.
Umframt hýsingina av Samleikanum, so hevur Elektron síðan byrjan veitt kundatænastu til borgarar, ið hava tørv á hjálp og vegleiðing til Samleikan og Vangan. Kundanøgdsemi er høgt, og borgarir fáa góða, skjóta og smidliga hjálp.
Sektor
Alment
Slag
Talgildar tænastur
Virkin ár
7+ ár
Elektron hevur í mong ár havt ein týðandi leiklut í at menna og nútímansgera KT-undirstøðukervið í Føroyum. Tað hevur gjørt gerandisdagin lættari og effektivari hjá bæði borgarum og fyritøkum.
Ulla Joensen
Vit eru errin av tí, vit hava fingið burturúr, og tí eftirmælinum, vit hava bygt upp.
Stjóri
Vinnugluggin
Vinnugluggin er ætlaður arbeiðsgevarum og fyritøkum. Hann er eitt amboð til at halda skil á skatta- og tollviðurskiftum hjá virkinum.
Privat / Alment
Talgildar tænastur
15+ ár
Mínlækni
Minlaekni.fo er ein talgild tænasta, sum ger samskiftið millum borgaran og læknan einfalt og trygt.
Privat/Alment
Talgildar tænastur
10+ ár
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár
Mínboks
Mínboks er ein talgild postskipan, sum Elektron hevur ment, og sum loyvir almennum myndugleikum og privatum fyritøkum at senda skjøl og boð til borgarar á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.
Alment
Talgildar tænastur
12+