Talgildar tænastur

Talgildar tænastur gera gerandisdagin lættari og tryggari – hjá borgarum, stovnum og fyritøkum. Elektron hevur verið ein drívmegi í hesi menning, har fleiri av mest brúktu tænastunum í Føroyum byggja á KT-loysnir frá okkum. Við álítandi og tryggum undirstøðukervi tryggja vit, at daglig samskipan, fíggjarviðurskifti og umsiting kunnu avgreiðast talgilt – einfalt, trygt og tíðarhóskandi.

Mínboks

Mínboks er almenna talgilda postskipanin í Føroyum og er síðustillað við vanligan papírspost.

Samleikin

Við Samleikanum fært tú eina trygga, einfalda og føroyska skipan, sum gevur tær møguleika at brúka ein og sama hátt at rita inn við.

Mínrokning

Mínrokning ger hvønn mánaða eitt gjaldsyvirlit. Á gjaldsyvirlitinum síggjast allar tær rokningar, sum verða sjálvvirkandi goldnar seinast hendan mánaðan.

  • Drúgvar royndir: Meira enn 60 ára royndir við at veita álítandi talgildar KT-loysnir til almenna og privata geiran.
  • Smidlig tøkni: Skipanirnar eru sniðgivnar soleiðis, at tær kunnu tillagast ymiskum tørvum hjá stovnum og fyritøkum.
  • Skalabart og kostnaðareffektivt: Loysnir, sum virka – óansæð stødd – og veita góða nyttu fyri pengarnar.

Í meira enn seks áratíggju hevur Elektron verið ein drívmegi í menningini av talgildum tænastum í Føroyum. Vit hava verið við frá tíðini, tá KT gjørdist ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og hava hildið fram við at menna loysnir, sum gera arbeiðsdagin einfaldari, tryggari og meira effektivan – hjá borgarum, stovnum og fyritøkum.

Við sterkari tøkniligari grund og starvsfólki við djúpari fatan av føroyskum viðurskiftum, veita vit KT-loysnir, ið stuðla undir menning, trygd og trivnað í samfelagnum. Tað er kjarnin í okkara arbeiði: at gera tað torføra lættari – og tað fløkta einfalt.

Hýsing

Tryggar og álítandi hýsingartænastur, har dátur hjá kundum verða goymdar og handfarnar á tryggum hátt. ​

Netloysnir

Menning og rakstur av netverkum, sum tryggja skjótt og støðugt internet og innanhýsis samskifti fyri fyritøkur og stovnar.

Menning av skipanum

Sersniðaðar KT-loysnir, sum verða mentar fyri at nøkta serstakar tørvir hjá kundum, eitt nú fíggjarskipanir og gjaldsskipanir.

Gjaldsloysnir

Skipanir, sum loyva tryggum og smidligum gjaldingum, bæði fyri privatkundar og vinnufyritøkur.

KT-trygd

Ráðgeving og loysnir, sum tryggja, at dátur og skipanir hjá kundum eru vardar móti hóttanum sum t.d. hacking og phishing.

Prentloysnir

Tænastur, sum fevna um prenting, pakking og útbering av skjølum og øðrum tilfari.

Service Desk

Brúkarahjálp og telefontænasta, sum veitir kundum skjóta og professionella hjálp við KT-viðurskiftum.

Tægan

Trygg burturbeining av talgildum eindum, ið hava viðkvæmar dátur, ið ikki mugu koma í skeivar hendur.