Borgaragluggin er ein sjálvgreiðsluskipan til tín sum einstakling. Hann er opin alt døgnið, og tú ritar inn við Samleikanum.
Á Borgaraglugganum kanst tú millum annað:
- Lata sjálvuppgávuna inn og rætta í henni upp til trý ár aftur í tíð.
- Síggja yvirlit yvir løn, eftirløn, skatt og frítíðarløn.
- Søkja um rentustuðul til lestrar- ella húsaleigu lán.
- Broyta tíni eftirlønargjøld.
- Søkja um ferðastuðul, dupultan húsarhaldsstuðul og aðrar veitingar.
- Síggja yvirlit yvir tína ogn og skuld.
- Geva øðrum fulltrú at síggja ella avgreiða tíni viðurskifti.
Sektor
Alment
Slag
Talgildar tænastur
Virkin ár
15+
Elektron hevur í mong ár havt ein týðandi leiklut í at menna og nútímansgera KT-undirstøðukervið í Føroyum. Tað hevur gjørt gerandisdagin lættari og effektivari hjá bæði borgarum og fyritøkum.
Ulla Joensen
Vit eru errin av tí, vit hava fingið burturúr, og tí eftirmælinum, vit hava bygt upp.
Stjóri
Samleikin
Elektron hevur ment og rekur pallin, ið hýsir Samleikan. Rakstrarpallurin livur upp til ETSI krøv, og verður grannskoðaður javnan. Umframt hetta, so røkir Elektron eisini borgaratænastuna 1881.
Alment
Talgildar tænastur
7+ ár
Vinnugluggin
Vinnugluggin er ætlaður arbeiðsgevarum og fyritøkum. Hann er eitt amboð til at halda skil á skatta- og tollviðurskiftum hjá virkinum.
Privat / Alment
Talgildar tænastur
15+
Skattaskipanin
Síðan 1984 hevur Elektron staðið fyri menningini og rakstrinum av føroysku skattaskipanini.
Alment
Talgildar tænastur
40+ ár
Mínboks
Mínboks er ein talgild postskipan, sum Elektron hevur ment, og sum loyvir almennum myndugleikum og privatum fyritøkum at senda skjøl og boð til borgarar á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt.
Alment
Talgildar tænastur
12+