Leiðslan á Elektron
Ulla Joensen er stjóri á Elektron.
Undir henni er KT-Trygd og fyrisiting, ið Ulla eisini stjórnar.
Vit hava tvær deildir:
- Rakstur og Tøkni
- Menning
Deildirnar verða stjórnaðar av ávikavist Kristjani Peturssyni, og Hans Peturi Weihe.
Lýsing av virksemi
KT trygd veitir ráðgeving í KT trygd, og dátuvernd. Hevur tú spurningar ella ivamál um GDPR, so eru vit klár at greiða fløkjuna.
Í deildini Rakstur og Tøkni er kjarnuvirksemi so sum support, print og pakk, og hýsing, og alt sum tí viðvíkur.
Í deildini er ábyrgdin fyri okkara hýsingar-grundvøll, sum vit hava altjóða góðkenning fyri partar av. Eisini kunnu vit her bjóða Office 365/Teams loysnir, har vit fegin vilja tillaga loysnina til tykkara tørv.
Sum eitt triðja kann nevnast okkara disk shreddari, har vit kunnu hjálpa tykkum at fyribeina gamlar elektroniskar eindir á ein tryggan hátt, samsvarandi dátuverndarlógini.
Deildin Menning umfatar alt menningarvirksemi, og raksturin av skipanum, ið vit hava ment. Her eru skipanir so sum Mínrokning, Vinnugluggin og Borgaragluggin.
Í deildunum eru, umframt deildarleiðararnar, økisábyrgdarar, ið tú sum kundi kanst seta teg í samband við um eitthvørt er áfatt innan ta økið viðkomandi umboðar.