7 góð ráð fyri at verja seg ímóti phishing
Vit hava spurt KT-trygdarleiðaran Tanju Lið um phishing – les her, um tú eisini gjarna vilt vita meira um evnið.
Elektron (næstan) 100% grønt
Í oktober 2024 tók Elektron eina nýggja slóðbrótandi hitaendurvinningsskipan í nýtslu. Hitaendurvinningin er eitt týðandi stig á leiðini móti okkara málum um burðardygd.
KT-Landsins, Elektron og Fortinet lyfta KT-trygdina hjá tí almenna
Neteindir og teldur undir KT-Landsins fáa eitt veruligt trygdarlyft ta komandi tíðina. Elektron hevur fingið til uppgávu, at uppseta og veita support til eina nýggja loysn, sum í stuttum skal gera tað gjørligt at varnast frávik í vanliga brúkaramynst…
Góða gongdin heldur fram
Aðalfundur var mikudagin 10. apríl, har Elektron kundi vísa á enn eitt ár við góðum úrsliti.
Elektron er ISO sertifiserað!
Fyrrapartin hósdagin tann 22.02.2024 komu boðini, so Elektron kundi kunngera, at Elektron er fyrsta føroyska KT-fyritøka, ið hevur fingið ISO 27001:2022 sertifisering.
Væleydnaður kundadagur á Staravegi 9
Hósdagin í farnu viku varð kundadagur á Elektron. Nógv fólk komu saman ymsastaðni frá, og savnaðust í hugnaligum umstøðum.
Aftur eitt gott úrslit hjá Elektron
Á aðalfundinum í dag kundi Elektron framleggja ein roknskap fyri 2022, sum vísir at yvirskotið áðrenn skatt er 18,1 mió.kr. og eftir skatt 14,9 mió.kr.
Slutt við olju! Nýggj, slóðbrótandi orkuskipan til Elektron
”Eg fegnist um, at vit, við nýggju orkuloysnini, kunnu minka munandi um beinleiðis oljunýtsluna longu í 2023. Hetta er ein týðandi liður hjá okkum í at røkka einum null-útláti um fá ár.” – Ulla Joensen
Metgott úrslit í 2021
Ársroknskapurin fyri 2021 varð almannakunngjørdur í gjár, 1. juni. Elektron hevði eitt metgott úrslit í 2021.
Altjóða góðkenning
Pallurin til Samleikan, ið Elektron hevur bygt upp, hevur fingið hægstu góðkenning.
Teldusnýkar arbeiða eisini heimanífrá
Teldusnýkar arbeiða eisini heimanífrá og hava góðar dagar í hesum tíðum.
Migreringsverkætlanin vekir ans uttanlands
Stóra migreringsverkætlanin, ið Elektron endaligt verksetti í novembur '18, hevur eisini vakt ans uttanlands. Freelance tíðindafólki Dan Mygind var í Føroyum fyri at skriva um verkætlanina.
Søgulig umskipan hjá Elektron
Í morgin 28. feb. 2019 sløkkir Elektron skipanina, sum í hálva øld hevur verið eitt týðandi grundarlag undir peninga- og skattakervinum í landinum.
Samstarvsavtala millum Elektron og eSport.fo
eSport.fo og Elektron hava í dag skrivað undir sáttmála viðvíkjandi komandi Counter Strike: Global Offensive kappingardeildini. Heitið á kappingardeildini verður enn einaferð “Elektron Deildin”.
Stór tøknilig umlegging hjá Elektron um vikuskiftið
Komandi vikuskifti verður stór KT-umlegging framd hjá Elektron. Fleiri skipanir hjá TAKS, Bústøðum, peningastovnum og Elektron verða fluttar frá IBM-mainframe tøkni til Microsoft Windows tøkni. Talan er um eitt stórt tal av skipanum, sum eru mentar o…
Elektron skal reka talgilda samleikan
Sáttmáli millum Elektron og Gjaldstovuna:
Elektron yvirskot annað árið á rað
Eftir fleiri ár við halli, kundi Elektron annað árið á rað leggja roknskap fram, sum vísir eitt yvirskot uppá 0,5 mió.kr.
Send og móttak talgildar rokningar
Mínrokning skipanin er fyri allar fyritøkur og stovnar - eisini til tykkum, ið bert senda rokningar av og á.
Gjaldsavtalur fluttar úr Netbanka til Mínrokning
Elektron hevur, í samstarvi við føroysku peningastovnarnar, víðariment føroysku gjaldsskipanina, sum nevnist Mínrokning. Skipanin avgreiðir millum annað sjálvvirkandi gjaldingar av rokningum.
Mínboks verður nú partur av Talgildu Føroyum
P/F Mínboks og Gjaldstovan hava gjørt sáttmála um, at Gjaldstovan yvirtekur virksemið í felagnum fyri 5 mió.kr.