Elektron (næstan) 100% grønt
Í oktober 2024 tók Elektron eina nýggja slóðbrótandi hitaendurvinningsskipan í nýtslu. Hitaendurvinningin er eitt týðandi stig á leiðini móti okkara málum um burðardygd.
Í oktober 2024 tók Elektron eina nýggja slóðbrótandi hitaendurvinningsskipan í nýtslu. Hitaendurvinningin er eitt týðandi stig á leiðini móti okkara málum um burðardygd, og við hesum kunnu vit nú reka okkara virksemi við næstan 100% grønari orku.
Endurnýta hitan frá hýsingarstøðini
Í februar mánaða 2023 undirskrivaðu Elektron og Renovent sáttmála um nýggja, slóðbrótandi orkuskipan. Talan er um orkuloysn, har hitin frá hýsingarstøðini verður endurnýttur og púra avloysir sokallaða svarta orku. Ráðgevandi verkfrøðingar í verkætlanini hava verið Melcon, fyrr Martin E. Leo, ráðgevandi verkfrøðingar.
Skipanin kølir og viðger luftina í hýsingarstøðini, soleiðis at hýsingarstøðin altíð hevur best møguligu arbeiðsumstøður. Skipanin endurnýtir síðani hitan frá hýsingarstøðini, sum annars hevði verið farin til spillis, til upphiting av bygninginum. Á tann hátt hava vit avloyst sokallaða svarta orku við grønari orku, og vænta at spara umleið 42.500 litrar av olju árliga. Burtursæð frá neyðstreymsgeneratorinum og okkara trimum bilum – sum eftir ætlan verða skiftir út við el-bilar í næstum – hava vit tí nú nærum ongan tørv á olju ella øðrum brennievnum.
Minkandi ávirkan á umhvørvið
Henda verkætlan er ein týðandi liður í okkara átøkum at minka um okkara ávirkan á umhvørvið, og tað stuðlar undir okkara mál at røkka einum null-útláti um nøkur fá ár.
Hetta fer eisini at síggjast aftur í okkara komandi ESG-frágreiðingum, har vit m.a. lýsa okkara orkunýtslu.
Meira kann lesast um verkætlanina her: https://elektron.fo/news/52/slutt-vid-olju-nyggj-slodbrotandi-orkuskipan-til-elektron