Virkisnet

Útveitt virkisnet

Lagt til rættis, veitt og umsiti av Elektron. Tað merkir, at tú kanst brúka tína orku til at reka virkið og lata okkum um, at ansa tínum netkervið.

Virkisnetið knýtur saman samskifti millum virki og hýsing á Elektron á ein tryggan og álítandi hátt. Alt samskifti er bronglað og verður stýrt, soleiðis at týðandi tænastur hava frammíhjárætt.

Virkisnet fæst í fleiri støddum, við ella uttan tráðleysum neti. Elektron veitir linjur, net-eindir, og umsitur og hevur eftirlit við tænastuna.

Allir prísir eru uttan mvg.

Príslisti
Fleiri deildir

Fleiri deildir er eingin trupulleiki. Vit veita eitt samanhangandi virkisnet, so at alt virkið fær virka sum ein eind.

Gjaldsterminalar, IP-telefonir og onnur tól

Virkisnetið kann eisini nýtast til gjaldsterminalar, ip-telefonir, videokonferansir og onnur líknandi tól. Tí slepst undan at rinda fyri eyka linjur til hesi tól.

Internet

Hevur tú virkisnet hevur tú samstundis atgongd til internetið umvegis okkara háferðsnet. Tað er sostatt ikki neyðugt at hava eyka linjur til samband við internetið.