Menning

Lat okkum menna tykkara skipanir

Vit hava førleikarnar ið krevjast, til at menna og reka eina munadygga KT-loysn.
Í tøttum samstarvi við teg sum kunda, menna vit skipanir fyri teg, tillagaðar tín tørv. Vit hava hollar førleikar innan .Net, Java, Angular, Umbraco, SharePoint, Oracle, SQL Server v. fl.

Støðið verður tikið í tørvinum hjá tær, og komandi brúkarunum av skipanini.

Vit taka hædd fyri verandi skipanar-umhvørvi, har ímillum sameining við verandi skipanir. Afturat hesum, bjóða vit rakstur av skipanini, har ið støðufestið og trygd eru í fokus.

Skipanir

Nakrar av skipanunum, vit kunnu vísa á, eru: 

  • Umsitingarskipanir hjá TAKS, herundir: Vinnugluggin, Borgaragluggin, eToll, og eMvg
  • Felags lønarskipan til allar almennar stovnar, størri kommunur og aðrar stovnar
  • Mínrokning, til at senda og móttaka talgildar rokningar
  • Løgting.fo
  • Lønarportal