Stuðul

Stuðulspolitikkur

Vit stuðla

Á Elektron ynskja vit at stuðla góðum endamálum, og teimum kreativu og nýskapandi hugskotunum innan KT. Heldur tú at títt hugskot kann verða byrjanin til eitt gott samstarv, so send okkum eina umsókn.

Hví stuðla vit ikki?

Vit fáa tíverri ikki stuðlað øllum, hóast nógv góð, og áhugaverd hugskot eru, og vit tilskila okkum tí rætt til ikki at grundgeva fyri hvør fær stuðul. Øll eru tó vælkomin til at søkja aftur árið eftir.

Vit stuðla ikki námsferðum og uttanlandsferðum sum heild.

Viðgerðir 

Vit viðgerða umsóknir fýra ferðir árliga. Síðst í januar og apríl, og hálvan august og novembur.

Allar umsóknir fáa svar umvegis teldupost.

Vit viðgerða ikki umsóknir til tiltøk ið liggja styttri enn 1 mánað frá umsóknardegnum.