Vit skriva brøv út hvønn dag
Hóast nógvar sendingar kunnu sendast talgilt, t.d. gjøgnum teldupost, kann tað í ein ávísan mun vera tørvur á at senda vanlig brøv við postinum. Tað kann t.d. vera eitt ynski um at leggja dent á ein boðskap, ella um man bert kennir poststaðin hjá móttakaranum. Tað kann eisini vera so, at onkrir kundar ynskja brøv við yvirlitum ella rokningum og fegin vilja gjalda eyka fyri hesa tænastu.
Elektron hevur framkomna útgerð at skriva út brøv við, at leggja í brævbjálva og hevur regluligar koyringar hvønn dag. Vit kunnu taka okkum av tínum brøvum, so tær ikki nýtist at hugsa um koyringar, at røkja printara, postmerkitól, brævbjálva- og pappírsgoymslu, sum kann vera kostnaðarmikið.
Setið tykkum í samband við okkum um eitt óbindandi prát um júst tín tørv hesum viðvíkjandi. Vit hava egnar mennarar innan ritbúna og greining, sum eru fúsir at hjálpa við næstan hvørjari sum helst uppgávu.
Telefon 34 52 00 ella teldupost sd@elektron.fo.
Send okkum tína fílu og alt er avgreitt! Tað er eingin orsøk til, at tit sum fyritøka ella stovnur nýta dýrabara tíð at útskriva og pakka stórar nøgdir av brøvum, tí hetta kunnu vit gera lætt og bíliga fyri tykkum.
Okkara prenttænasta avgreiðir í dag nærum helmingin av øllum brævbjálvum, ið verða sendir við postinum frá fyritøkum og stovnum í landinum.
Tú sleppur undan at útskriva, pakka og eftirviðgera brøv ella annað tilfar, ið skal sendast til kundar og viðskiftafólk.
Arbeiðsorka, ið áður hevur verið nýtt til at umsita pappír og brævbjálvar, keypa inn tilfar og goymslustýring, verður leysgivin til annað virðisøkjandi arbeiði.
Stórrakstur okkara heldur útreiðslunum niðri, og tí sparir tú pening við at prenta og senda tilfar gjøgnum okkum, tí vit gera arbeiðið fyri teg - frá prent til tað er sent.
Móttakarar, ið eru tilmeldaðir Mínboks, kunnu fáa tilfarið sendandi í Mínboks og spara tit harvið bæði tilfar og porto.