Søgan

Okkara søga

P/F Elektron varð stovnað tann 9. september í 1965 av Føroya Banka, Tryggingarsambandinum, Føroya Sparikassa og Sjóvinnubankanum. Tað var stjórin í Føroya Banka Sv. Aa. Nonnegaard-Pedersen, sum kom við hugskotinum at stovna eina KT-fyritøku, ið kundi røkja bókhaldsuppgávur fyri bæði stovnararnar og onnur viðskiftafólk.

Elektron var sostatt ein av fyrstu KT-fyritøkunum í norðanlondum.

Elektron varð stovnað við einum partapeningi uppá 400.000 kr. Hesin partapeningur er síðani víðkaður fleiri ferðir og er ídag 6.702.000 kr. Eigarskarin er eisini broyttur soleiðis, at nú eru eigararnir: BankNordik, Betri Banki, Føroya Landstýri, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi.

Í sjeytiárunum fekk Elektron nógvar vinnufyritøkur sum kundar. Eitt skifti vóru tað fleiri enn 100 fyritøkur, sum fingu síni bókhald elektroniskt viðgjørd á Elektron. Fyrst í áttatiárunum var farið undir at menna skattaskipanina, sum var verksett í 1984. Tá vit koma inn í nítiárini og internetið sær dagsins ljós, broytast KT-tænasturnar og krøvini til skipanir nógv og tað setti heilt onnur krøv til virkið.

Frá 2 til 60 starvsfólk

Tá Elektron byrjaði sítt virksemi í 1967 vóru 2 fólk í starvi í Elektron. Hetta tal vaks skjótt og fyrst í áttatiárunum vóru umleið 40 fólk í starvi og í 2010 vóru umleið 90 fólk. Í dag er starvsfólkatalið umleið 60.

Gjøgnum tíðina hevur Elektron veitt KT-tænastur til peningastovnar, almennar stovnar og kommunur og vinnufyritøkur.

Kjarnuførleikin hjá Elektron er at menna, víðarimenna og reka skipanir fyri almennar fyritøkur, fíggjarstovnar og vinnufyritøkur, umframt at menna og reka undirstøðukervi.

Í 2005 var endamálsgreinin hjá Elektron broytt, so at felagið kann bjóða sínar tænastur fram til allan føroyska marknaðin.

Hørð kapping

Hóast kappingin er hørð, hevur Elektron megnað at víðka sín marknaðarpart innan hýsingartænastur í Føroyum, og Elektron roynir áhaldandi at menna hesa tænastu, so hon framhaldandi kann vera tann besta loysnin til føroyska marknaðin, bæði hvat viðvíkur tænastustøði, KT-trygd og prísi.

Innan skipanarmenning framleiðir Elektron fyri tað mesta skipanir til almennar stovnar, vinnufyritøkur, kommunur og nakað til føroysku peningastovnarnar umframt nakað til SDC. Harafturat hevur Elektron ment skipanir til føroyska brúkaran, sum við tíðini fer at lætta um talgildingina í Føroyum. Talan er um Mínboks, Mínlykil og Mínrokning.

Umfatandi broytingar

Elektron hevur seinastu árini verið gjøgnum eina rættiliga umfatandi broyting. 

Elektron hevur góðar vónir til framtíðina. Samfelagið hevur sett sær sum mál at talgilda Føroyar og tað setur stór krøv til tær KT-fyritøkur, sum ynskja at vera við í hesum arbeiði.

Á Elektron er eingin ivi um, at har vilja vit vera við - bæði innan hýsing, menning og ráðgeving.