Tægan
Trygg fyribeining av elektroniskum eindum
Tryggja tær, at tínar dátur verða fyribeindar á rættan hátt, sambært GDPR.
Lat okkum fyribeina fyri teg.
Vit hava ein shreddara, ið er góðkendur at fyribeina eindir, ið innihalda viðkvæmar dátur.
Hann er góðkendur eftir DIN66399 standardinum, ið er ein týskur standardur fyri oyðilegging av dáta, nýttur í ES.
Prísur og mannagongd
Tit avhenda eindirnar, saman við einum fullfíggjaðum lista við seriutølum. Vit beina fyri, og senda tykkum kvittan tá arbeiði er gjørt.
Kvittanin kann nýtast í GDPR høpi.
GG! Um tit ikki hava tørv á kvittan, er ikki neyðugt at avhenda lista við seriutølum.
Tal av eindum | Prísur pr. eind u/MVG |
1-10 | 300,- (+500kr uppstartsgjald) |
11-49 | 225,- |
50-99 | 150,- |
100-499 | 75,- |
500+ | 50,- |
Eyka tænasta | Prísur pr. eind u/MVG |
Sundurtøka av eindum | 50,- |
Sundurtøka av eindum v/battaríi | 200,- |
Skriva til Christu Weihe, á t-post: christa@elektron.fo, um tú ynskir at hoyra nærri um hetta.