KT-trygd

Hvat kunnu vit hjálpa við?

Í dag verða tað sett stór krøv til øll sum viðgera ella goyma persónsupplýsingar. Krøvini stava frá lógarverki og krøvum frá kundum. Hesi herðast støðugt orsaka av álopum og av nýggjum lógarkrøvum.

Tað krevur vilja og tíð at fáa góða KT-trygd, og hon skal haldast viðlíka. Tí gongur arbeiðið hjá okkum við kundarnar oftast yvir fleiri ár.

Elektron bjóðar seg fram til at hjálpa tykkum við KT-trygd, herundir:

  • Staðfesting av KT-trygdarstøðuni
  • Váðameting
  • KT-trygdarpolitikk
  • KT-trygdar undirvísing til starvsfólk
  • Tilbúgvingarætlan (í sambandi við stórskaða, upplýsingar leka og hóttandi álop)
  • KT-trygdar mannagongdir

At umseta KT-trygdarkrøv frá lógunum til nakað, sum tit skilja og sum tit kunnu brúka í dagligdegnum.  Í tøttum samstarvi við teg, kunnu vit vegleiða, ráðgeva og gera tykkum ein leist at arbeiða eftir.

Tænastur

Undirvísing (Awareness) til starvsfólk

Trygdin er ikki sterkari enn veikasta liðið. Tað er tí týdningarmikið at starvsfólk eru væl íklødd til at hugsa um KT-trygd í arbeiðsdegnum, og eru við til at verja persónsupplýsingar. 

KT-trygdarpolitikk

At seta sær mál, og hava krøv til hvussu trygdin skal vera er alneyðugt.

Váðagreiningar

Okkara arbeiðsumhvørvið er ikki bara á skrivstovuni í dag. Vit eru eisini á alnetinum og tí eisini útsett fyri teimum vandum sum hetta viðførir.

Eftirlitsskipan

Ein av hornasteinunum í KT-trygd er at tryggja sær at tey trygdartiltøk, sum eru sett í verk virka eftir ætlan. Tískil er neyðugt við innanhýsis eftirlitinum.

Trygdarskoðan

At trygdarskoða er at hyggja eftir at tær mannagongdir og reglur, sum er settar í verk í veruleikanum verða fylgdar. Krav er um, at dátuábyrgdarar trygdarskoða árliga fyri at síggja møguligar trygdarveikleikar.

Hevur eitt samstarv tykkara áhuga, eru tit vælkomin til at ringja til okkara fyri at fáa nærri at vita.  

Um okkum

Elektron hevur holla vitan innan KT-trygd, ið er fingin til vega við støðugum arbeiði inn KT-trygd í fleiri ár, og vitanin hjá KT-trygdarstarvsfólkunum verður støðugt ment. Harumframt hevur Elektron servitan innan fleiri onnur KT-øki.

Kundarnar, sum vit í dag veita KT-trygdartænastu til, hava vit samstarvað við í fleiri ár.