Kunning

Góða gongdin heldur fram

23. 04. 2024

Aðalfundur var mikudagin 10. apríl, har Elektron kundi vísa á enn eitt ár við góðum úrsliti.

Starvsfólk, leiðsla, nevnd og umboð fyri eigararnar vóru savnaði, tá úrslitið varð lagt fram á ársins aðalfundi. Staðfestast kann, at góða gongdin, ið hevur verið í Elektron seinastu árini, heldur fram.

Úrslitið í 2023 var 13.4 mió.kr. eftir skatt. Figgjarstøðan javnvigar við 76,2 mió.kr. og eginognin er bókað til 54,1 mió.kr.

Um áhugi er,  ber til at síggja ársroknskapin her: Ársfrásagnir

Nógv virksemi hevur verið innan bæði menningar- og hýsingartænasturnar, og Elektron veitir eisini brúkarahjálp til eitt nú Mínrokning-brúkarar og tey sum brúka Samleikan og Vangan. Við breiðu forrætningsvitanini um KT-infrakervið og KT-trygd veitir Elektron týðandi loysnir til føroyska marknaðin – hetta er alt til gagns fyri føroyska borgarin.

Elektron hevur valt at útluta 2,7 mió.kr. í vinningsbýti til partaeigararnar. 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og somuleiðis heldur Brian Smedemark fram sum næstformaður. Nývaldur í nevndini er Jan Ziskasen, ið kemur fyri Atla Suna Leo, ið hevur verið í nevndini í 7 ár. Vit vilja takka Atla Suna Leo fyri hansara íkast hesu árini, og vit vilja bjóða Jan Ziskasen vælkomnum.