Kunning

Send og móttak talgildar rokningar

27. 02. 2018

Mínrokning skipanin er fyri allar fyritøkur og stovnar - eisini til tykkum, ið bert senda rokningar av og á.

Tað er ókeypis at melda seg til Mínrokning og at vera brúkari. Tað er harafturat altíð ókeypis at senda og móttaka einstakar rokningar virki til virki. Hevur tú ikki virkisinnritan sum er, er skjótt at fáa hana. Set teg bara í samband við Service Desk hjá okkum, so hjálpa tey tær víðari. 

GG! Innan 1. apríl 2018 kanst tú í Mínrokning eisini stovna rokningar, ið lúka komandi lógarkrøv um talgildar rokningar, og senda til almennar stovnar gjøgnum Mínrokning. Púra ókeypis.

Vit hjálpa tær við kundarøktini

Nýtir tú Mínrokning, kanst tú gera avtalur við kundar um sjálvvirkandi gjaldingar. Eisini bjóða vit tær eina avdráttarskipan, har tú kanst gera avdráttaravtalur við kundar tínar.

Set teg í samband við okkum í dag á tlf. 345200, ella tpost: sd@elektron.fo, og vit hjálpa tær víðari.