Kunning

Elektron skal reka talgilda samleikan

26. 06. 2018

Sáttmáli millum Elektron og Gjaldstovuna:

Elektron skal hýsa og reka talgilda samleikan, sum skal vera klárur hjá føroyskum borgarum at brúka næsta ár.

Vit í Elektron hava drúgvar royndir at veita tænastu til peningastovnarnar, almennar stovnar og vinnufyritøkur, og vit gleða okkum til uppgávuna.

Uppgávan inniber, sum nevnt, at reka og hýsa talgilda samleikan. Tað merkir, at tøknin sjálv skal standa hjá okkum at viðlíkahalda, og at vit skulu tryggja, at hon er atkomulig hjá røttu viðkomandi.

Ulla Joensen, stjóri í Elektron, sigur soleiðis um talgilda samleikan:

- “Ein sameindur, talgildur samleiki fer at gera tað møguligt hjá okkum føroyingum at flyta okkum nærri at einum veruleika, har føroyingar trygt kunnu avgreiða øll síni viðurskifti heima við hús. Harafturat er ein talgildur samleiki ein fortreyt fyri, at vit kunnu knýtast uppí ymsar skipanir okkara grannalond longu nýta ágóðan av í dag. Vit eru sera spent at fáa hesa uppgávuna, og at vera við til at talgilda Føroyar á henda hátt.”

Eftir ætlan fer arbeiði í gongd eftir summarfrítíðina.


/Elektron