Kunning

7 góð ráð fyri at verja seg ímóti phishing

19. 11. 2024

Vit hava spurt KT-trygdarleiðaran Tanju Lið um phishing – les her, um tú eisini gjarna vilt vita meira um evnið.

Hvat er phishing?

Phishing er, tá óndsinnaði fólk royna at lokka teg til at geva teimum upplýsingar, sum kunnu misnýtast. Vanliga fara tey eftir upplýsingum, sum á onkran hátt kunnu geva teimum fíggjarligan vinning.

Upplýsingar tey vanliga fara eftir eru t.d. brúkaranøvn og loyniorð, bankaupplýsingar og gjaldskortupplýsingar.

Boðini koma ofta við einum telduposti ella við einum SMS-boði, og aloftast sýnast fyrstu boðini ”óskyldig”.

Vit síggja fleiri og fleiri phishing-álop, eisini skrivað á føroyskum, og tað gerst tí torførari og torførari at síggja, um talan er um svik.

Góðu ráðini:

  1. Kanna avsendaran: Hygg altíð eftir avsendaranum. Sær tpostaddr. røtt út? Plagar tú at fáa tpost frá avsendaranum? Kennir tú telefonummarið? Tú kanst altíð ringja til viðkomandi fyri at tryggja tær, at avsendarin er tann, viðkomandi sær út til at vera.
  2. Kanna leinki og viðfest skjøl í tpostinum: Tá tú lesur tpostin ella sms-boðið, vil avsendarin allarhelst hava teg at gera okkurt. Sær leinkið ella navnið á skjalinum løgið út? Trýst so ikki á tað.
  3. Lat ongantíð trúnaðarupplýsingar frá tær: Loyniorð o.l. eiga ongantíð at verða latin til aðrar persónar.
  4. Anti-virus forrit er tín innbygda trygd: Óansæð, um man er ein persónur ella eitt virki,  eiga øll at hava eitt anti-virus forrit á telduni. Tryggja tær, at teldan hevur eitt virkið og dagført antivirus forrit.
  5. Ivast tú? So er einki at ivast í. Einki er so átrokandi, at tað ikki kann bíða, til tú fært tryggjað tær, at tú samskiftir við rætta persón.
  6. Tvey-faktor: Tendra tvey-faktor authentikering, har tú hevur møguleika fyri tí.

    og nr. 7?

  7. Skal man hyggja eftir stavivillum? Ja og nei. Vitlíkið dugir betur og betur føroyskt, og tí hava vit ikki longur ta somu innbygdu verjuna í okkara máli. Tí eru síðstu ráðini, at man skal vera varin við at líta ov nógv á ein vælskrivaðan føroyskan tekst.

 

Takk fyri Tanja.