Kunning

Metgott úrslit í 2021

02. 06. 2022

Ársroknskapurin fyri 2021 varð almannakunngjørdur í gjár, 1. juni. Elektron hevði eitt metgott úrslit í 2021.

Elektron hevði metgott úrslit í fjør

Ársroknskapurin hjá Elektron er júst almannakunngjørdur. Eftir nøkur ár við broytingartilgongdum og smærri rakstrarligum yvirskotum, kundi Elektron á aðalfundi í gjár tann 1. juni framleggja besta rakstrarliga úrslit higartil. Úrslitið fyri 2021 varð heilar 15,7 mió.kr. eftir skatt. Av úrslitinum verða 4 mió.kr. goldnar eigarunum í vinningsbýti.

Bruttoúrslitið var 60,6 mió.kr. í 2021. Hetta er ein hækking upp á 6,8 mió.kr. í mun til árið fyri.

Fyritøkan er fíggjarliga væl fyri og hevði við árslok ein tøkan pening á 12,8 mió.kr. og onga rentuberandi skuld. Fíggjarstøðan javnvigar við 57,3 mió.kr. og eginognin var 34,5 mió.kr., ið svarar til ein solvens upp á 60%.
Roknskapurin er at finna her

 

Nógv virksemi

Nógv virksemi hevur verið hetta árið, bæði innan menning og viðlíkahald av skipanum og innan hýsingar- og nettænastur, eins og gjaldstænastur á eitt nú Mínrokning vera nógv brúktar. Samlaða skipanarumhvørvið er fjøltáttað og Elektron hevur eina breiða forrætningsvitan um sentralar skipanir á føroyska marknaðinum, dátutrygd og um KT-infrakervið í Føroyum.

Alt KT-arbeiðið hjá Elektron er undir strongum eftirliti og Elektron fylgir ISF-standardi, ið ásetur leiðreglur fyri góðan KT-sið. Harafturat er Elektron bundið at krøvum frá Fíggjareftirlitinum, altjóða ETSI-krøvum og dátuverndarlóggávu. Umframt hetta verða tænastuveitingarnar hjá Elektron KT-grannskoðaðar á hvørjum ári. KT- og rakstrartrygdin hava altíð verið samantvinnaðir partar av tænastuveitingini hjá Elektron.

 

Ein virkin viðleikari

Elektron bjóðar seg fram á føroyska marknaðinum sum ein álítandi og vitanarsterkur KT-veitari. Við skjótt 57 árum á baki, hevur Elektron hollar royndir innan bæði skipanarmenning og skipanarrakstur og veitir hýsingartænastur og gjaldsloysnir til eina røð av fyritøkum og stovnum í Føroyum. Í dag starvast 60 fólk á Elektron.

Leiðslan fegnast um sera góðu gongdina, og væntar, at góða gongdin heldur fram næstu árini.

Talgildingin av tænastum innan flestu vinnugreinar heldur fram, og tað er greitt, at Elektron eisini í framtíðini vil vera ein týðandi viðleikari í tí tilgongdini.