Kunning

Teldusnýkar arbeiða eisini heimanífrá

30. 03. 2020

Teldusnýkar arbeiða eisini heimanífrá og hava góðar dagar í hesum tíðum.

Nú nógv sita heima og arbeiða, er sera týdningarmikið at minnast til,  ikki at slaka við trygdini. Brotsfólkini vísa ikki samfelagssinni – heldur útnytta tey stúranina, ið er í samfeløgum runt um í hesum døgum.

Dømi eru um falskar heimasíður, sum eitast at vilja upplýsa um korona-smittuna. Eisini eru phishing teldubrøv, har fólk vera biðin um at trýsta á leinki og skráseta tilburðir av korona-smittu, ella opna viðfest skjøl.

Ráðini frá okkum eru:

  1. Ansið eftir, at teldan og antivirus verða dagførd javnan.
  2. Nýtið vit og skil; ansið eftir ikki at opna viðheft skjøl ella at trýsta á leinki í følskum t-postum ella følskum SMS’um. Er ivamál um ein teldupostur er falskur, kann ein halda músina á navnið á sendaranum.
  3. Eru teldupostar ivasamir, setið tykkum í samband við sendaran antin við at ringja til sendaran ella við at senda ein nýggjan teldupost. Nýtið ikki besvar/reply funkuna.
  4. Nýtið altíð eitt trygt samband t.d. VPN tá tit arbeiða heimanífrá.

/Elektron