Elektron Deildin

E-sportur

E-sportur, stytting fyri elektroniskur sportur, er eitt slag av ítrótti, har man kappast við at nýta telduspøl. Kappingarnar eru skipaðar, og spælararnar eru í føstum liðum. Nógvar stórar kappingar eru úti í heimi, har yrkisleikarar luttaka, og har kappingarnar hava sera stórar vinningar. 

 

Elektron deildin

Elektron deildin er besta deildin í CS:GO (Counter Strike: Global Offence) í Føroyum. CS:GO er tað sum kallast eitt first-person shooter spæl, ið merkir tað, at leikarin sær spælið í fyrsta persóni, eins og er viðkomandi til staðar; í mun til spøl í triðja persóni, har leikarin stýrur einum "manni". Sum heild gongur spælið skjótt, og tað handlar um at vinna á sínum fíggindum í skotbardaga, alt meðan man skal finna runt í einum ávísum bana, ið verður valdur frammanundan. 

Leikarirnar spæla í liðum. Liðini fella frá so við og við, inntil tey bestu hittast í finaluni. 

Elektron deildin verður spæld næstu ferð á heysti í 2022.

 

e-sportur í Føroyum

KVF gjørdi eitt innslag um e-sport í Føroyum og Elektron deildina í 2020, har kappast varð um 50.000 kr. í CS:GO.

Sí innslagið her:
Kappast um 50.000 krónur í E-ítrótti