Kunning

Vit leita eftir einum kervistøkningi til Elektron

11. 03. 2026

Hevur tú hug at arbeiða við Føroya størsta KT-undirstøðukervi?

Dámar tær at loysa kompleksar trupulleikar?
Trívist tú í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi? Og hevur tú hug at arbeiða við Føroya størsta KT-undirstøðukervi?

 

So ert tú kanska okkara nýggi kervistøkningur.

 

Um starvið

Sum partur av okkara hýsingartoymi verður tú ein týdningarmikil liður í at tryggja, at okkara virkisgrunnvøllur er í góðum standi, og at allar okkara rakstrarloysnir og mannagongdir koyra, sum tær skulu.

 

Vit ímynda okkum, at tú:

  • hevur útbúgving sum datateknikkari e.l.
  • hevur drúgvar royndir við kompleksum KT-infrakervum
  • hevur góð samskiftisevnir í skrift og talu
  • trívist við at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt

 

Sum partur av starvinum er møguleiki fyri, at tú kanst útvega tær ymsar sertifiseringar, sum geva meining í samband við arbeiðsuppgávurnar.

 

Rein revsiváttan er krav.

 

Tú fert at arbeiða við:

  • Rakstur av HPE server-, storageloysnum
  • Virtualiseringstøkni (KVM / Hyper-V)
  • Veeam Backup & Replication
  • Performanceoptimering
  • Uppgradering, patching og lifecycle management
  • Automatisering og standardisering
  • Tekniskari sniðgeving og implementering
  • Dokumentatión
  • Tekniskari sparring og vitanardeiling

 

Tú hevur fyrimun, um tú frammanundan hevur royndir við summum av tí omanfyrinevnda.

Starvið er fulla tíð (37 tímar um vikuna).

 

Hví velja Elektron?

 

Hjá okkum fært tú:

  • kappingarføra løn
  • eitt framkomið og mennandi arbeiðsumhvørvi
  • fakligar avbjóðingar og veruligar menningarmøguleikar
  • eitt ágrýtið og fryntligt toymi, har samstarv og trivnaður eru í hásæti

 

Vit eru ein av landsins størstu KT-veitarum og arbeiða við týðandi loysnum fyri fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnulív. Hjá okkum verður tú partur av einum felagsskapi við uml. 70 starvsfólkum og sterkum fakligum grundarlagi.

 

Umsóknarfreist: 29. mars 2026
Send umsókn til: HR@elektron.fo


Hevur tú spurningar?


 

Set teg í samband við:

 

Kristjan Petursson, Rakstrar- og Tøknileiðari

Tpost: kristjan@elektron.fo


Tel: 295129


Vit gleða okkum at hoyra frá tær.