test

Sjálvboðin umsókn

Vit vilja fegin frætta frá tær, sum kundi hugsa tær starv á Elektron.

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.